Annar av trimum pørtum í greinarøð um burðardygga og framtíðartryggjaða rúmliga planlegging
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur
Eksternalitetir eiga at roknast inn í rúmligu planleggingina
Eksternalitetir verða vanliga umtalaðir sum sonevndir “marknaðarfeilir”, men hetta merkir ikki, at eksternalitetir einans íkoma í marknaðarbúskaparligum samanhangi. Eisini alment planlagt virksemi kann elva til eksternalitetir – positivar sum negativar. Niðanfyri eru nøkur ítøkilig, úrvald dømi um hvat eksternalitetir kunnu vera.
Positivir eksternalitetir | Negativir eksternalitetir | |
Krevur nógv rúm | Ein viðalund | Eitt (dálkandi) ídnaðarvirki |
Krevur lítið rúm | Ein bonkur | Ein (dálkandi) bilur |
Málið má yvirskipað – bæði privat, alment og sivilsamfelagsliga – vera at tryggja flest møguligar positivar eksternalitetir og fæst møguligar negativar. Virksemi, ið elvir til sera nógvar negativar eksternalitetir eigur snøgt sagt als ikki at loyvast. Slíkt virksemi eigur snøgt sagt als ikki at hýsast í Føroyum. Vit hava ráð til at velja slíkt virksemi frá og annað fram um. Vit eiga enntá at miða ímóti einum “eksternalitets-yvirskoti”, heldur enn bara at fáa eina javnvág í millum vøkstur/dálking.
Vit tosa um at innføra CO2-roknskap, og í februar í ár løgdu felagið Burðardygt Vinnulív saman við Umhvørvisstovuni fram sonevnda CO2-roknaran á samkomu hjá Føroya Tele. Vit áttu eisini ført ein eksternalitets-roknskap, tá vit planleggja rúm. Hetta er ikki serliga lætt at gera, tí hesir eksternalitetir kunnu vera sera ymiskhættaðir, eins og tað vil vera sera ymiskt hvat verður roknað sum ótolandi og ikki. Harumframt vilja markvirðini fyri dálking eisini vera sera ymisk, alt eftir hvør upplivir tað.
Tá dálking ikki kann kvantifiserast – ella um kvantifisering er sera torfør – er ofta lættast einki at gera við tað. Hetta eigur tó ikki at vera hugburðurin, tí hóast tað er torført at máta output’ið av eksternalitetum, ber til at seta ítøkilig krøv til virksemið, ið verður staðsett ymsastaðni. Talan kann vera um markvirði fyri ljóðdálking, luftdálking, ljósdálking, ferðslu o.a., ið er knýtt at virkseminum í rúminum. Eisini eiga vit í nógv størri mun at máta og kvantifisera dálking – lokalt, regionalt og nationalt.
Tí veruleikin er, at vinnulív er ikki bara vinnulív. Sumt vinnulív er sera dálkandi, annað meiri “neutralt” og uppaftur annað beinleiðis gagnligt fyri kringliggjandi rúmini. Eitt stórt ídnaðarvirki við nógvum útláti – tungari skipa- og bilaferðslu, umframt larm- og ljósdálking – kann vera til stórt fortreð fyri grannarúmini, meðan ein goymslubygningur, har tað mesta av virkseminum fer fram innandura og flutningurin til og frá ikki er so stórur, er meiri neutralur í mun til grannarúmini. Hinvegin vil ein matvøruhandil vera beinleiðis gagnligur fyri síni grannarúm, tí hann økir trivnaðin og gerandismøguleikarnar hjá fólkum, ið búgva nærhendis.
Til ber sostatt at siga, at sumt virksemi er vinarligt, annað er fíggindaligt og annað neutralt. Neyðugt er, at kommunur fremja nøkur val um, hvørji øki skulu ofrast til dálkandi virksemi, hvørji mugu varðveitast og mennast sum “perlur”, og hvørji øki eru meiri neutral. Við øðrum orðum er neyðugt at prioritera góðskuna av økjunum, soleiðis at nøkur øki verða ment á ein fínfølandi hátt, meðan onnur verða ment á ein meiri grovan hátt.
Talan er ikki bert um eitt ”eksternalitets-yvirskot”, men eisini um eina ”eksternalitets-synergi”, har ymiskir positivir eksternalitetir ríka hvønn annan. Eitt dømi er ein viðalund og ein kiosk, har viðalundin veitir kioskini møguleika at selja ís, kaffi o.s.fr., meðan kioskin eisini ger tað meiri áhugavert hjá fólki at vitja viðalundina. Eitt annað dømi kundi verið ein miðnámsskúli og eitt cafeumhvørvi, har miðnámsskúlin veitir cafeumhvørvinum positivar eksternalitetir, samstundis sum cafeumhvørvið veitir miðnámsskúlanum positivar eksternalitetir. Í Suðuroynni og Eysturoynni eru hesir eksternalitetsmøguleikar í stóran mun spiltir, tí miðnámsskúlarnir eru fjarskotið staðsettir í mun til stórplássini.
Sum nú er verða flestu økini ment á ein heldur tilvildarligan hátt, soleiðis at nógvar keðiligar støður íkoma, ið eru sub-optimalar ella beinleiðis ótolandi.
Vøkstur krevur rúm – rúm vit hava ov lítið av
Vøkstur er eitt mantra í modernaða samfelagnum, ja hevur verið tað í øldir eftirhondini. Fleiri pengar, fleiri fólk, meiri virksemi, meiri bygging o.s.fr. – alt hetta verður mett sum nakað treytaleyst gott í okkara materialistiska samfelagi. Vit liva í einum sonevndum “vakstrar-paradigmi”, ið tó hevur staðið fyri skotum seinastu árini, nú serliga yngra ættarliðið er vorðið meiri umhvørvistilvitað.
Vit eru spakuliga ávegis at flyta okkum frá “materialistiska modernitetinum” til “postmaterialistiska postmodernitetin”, so at siga – tó at eg vanliga brúki orðið “seinmodernitetur”. Vit nevna hetta eisini “grøna rákið” – ella “grøna risarákið” (megatrend), og hetta hevur nógv ymisk aspekt, men millum annað eina fatan av, at javnvágir og ringræsur skulu finnast heldur enn ævigur vøkstur, eins og umhvørvið skal verjast og síggjast sum ein heild, heldur enn sum eitt tilfeingis-reservoir. Eisini innan føroysku fólkakirkjuna síggja vit hetta rák, har “skaparverkið” verður viðgjørt sum ein týðandi partur av tí at vera menniskja.
Tí er hesin fyrilestur eisini ein kritikkur ímóti vøkstri – ella rættari: ímóti fyrilitarleysum, materialistiskum vøkstri. Vøksturin skal ikki avtakast, men heldur broytast. Vit eru ei longur niðri í botninum á tørvspyramiduni, men ovast uppi í henni. Vit eiga tískil at førka okkum burtur frá tilfeingis- og dálkingarkrevjandi ídnaðarframleiðslu yvir ímóti meiri mentanar- og vitanarkrevjandi tænastuframleiðslu. Hetta bæði tí tað er umhvørvisvinarligari, men eisini reint rúmliga: tí at slíkt virksemi í stóran mun hevur íbygdar positivar eksternarlitetir, ið sostatt skapa yvirskot á “eksternalitets-javnanum”. Hetta post-materialistiska virksemið er vinarligt mótvegis kringumhvørvinum, meðan ídnaður ofta er óvinarligur – ella í frægasta føri neutralur – mótvegis kringumhvørvinum.
Tað ræður tískil ikki bert um at skapa áljóðandi vøkstur – búskaparligan botnlinjuvøkstur – men at økja um nøgdina av positivum eksternalitetum og minka um nøgdina av negativum eksternalitetum. Tí hóast eksternalitetir per definitión eru ikki-pengagjørdir, hava teir serstakliga stóra ávirkan á trivnaðin og vælferðina hjá fólki.
Fyri at taka saman um: ikki øll virði eru pengagjørd. Men tey pengagjørdu virðini fáa tíverri ofta betri rúmd – bæði í miðlagjørda, abstrakta “almenna rúminum” og í ítøkiliga “fysiska rúminum”.
Tí eigur einhvør vøkstur ikki at loyvast. Ikki allur vøkstur er gagnligur og summur vøkstur er beinleiðis skaðiligur. Sostatt er neyðugt at “velja vøksturin við umhugsni”. Tað kann ikki vera eitt mál í sær sjálvum, at búskapurin skal vaksa og at fólkatalið skal økjast? Vit mugu steðga á og spyrja: hvussu skulu vit hava vøkstur og hví skulu vit hava vøkstur? Vit mugu bjóða materialistiska vakstrar-paradigminum av. Í hesum tíðum verður tosað um, at vit skulu gerast sjálvberandi í landbúnaðarframleiðslu. Í ófriðartíðum, tá tað gerst torført at fáa vørur úr øðrum londum, er hetta kærkomið. Men hetta er ikki bara gott, tí størri føroyskur landbúnaður krevur eisini meiri lendi, ið so ikki kann brúkast til natúrligt virksemi. Hóast natúran ikki klagar, so gevur tað eisini meining út frá einum vistfrøðiligum sjónarhorni at siga, at landbúnaður (og havbúnaður) hava sera ógvusligar negativar eksternalitetir fyri villa djóra- og plantulívið.
Hetta liggur sjálvandi uttanfyri vanligu nýtsluna av eksternalitetshugtakinum, ið skilir økologiina sundur frá økonomiini. Samfelagið fær hóast alt ein ávísan ágóða av dálkandi, búskaparliga virkseminum – “her luktar av pengum”, sum man plagdi at siga í Fuglafirði. Men umhvørvið verður sjáldan kompenserað yvirhøvur.
Planlegging má javnviga sporbundni og framtíðartrygging
Rúmliga planleggingin skal ikki bert loysa avbjóðingar her og nú, men má eisini hugsa um framtíðina. Sostatt er tað ikki bert ein spurningur um at samskipa nútíðar áhugamál, men eisini at geva rúm fyri framtíðar áhugamálum. Vit kenna ikki hesi áhugamál og mugu tí hugsa breitt um at geva rúm fyri hesum framtíðar virksemi.
Vit skulu ikki bara planleggja fyri framtíðar møguleikum, men eisini fyri framtíðar hugburðum. Fólk í framtíðini fara at hugsa øðrvísi, enn vit gera. Munurin millum tey, ið verða fødd nú og um 50 ár verður møguliga enn størri enn munurin millum tey, ið verða fødd nú og ið vórðu fødd fyri 50 árum síðani. Vit kunnu bara sammeta okkara egna hugburð við tann, ið gjørdi seg galdandi fyri 50 ella 100 árum síðani. Verður farið aftur til 1970’ini, livdu vit framvegis í einum “krunkasvørtum” materialistiskum heimi, har olja var Gud. Men hugtøk sum dálking, burðardygd og stovnsregulering byrjaðu tó at taka dik á seg. Verður farið aftur til 1920’ini var mest sum eingin, ið hugsaði slíkar tankar. Tá hevði man stutt síðani skrykt seg leysan úr siðbundna samfelagnum og kundi enn njóta ein “linjurættan framburð”, ið kundi tykjast endaleysur – til kreppur og kríggj settu tingini í perspektiv í 30’unum, 40’unum og 50’unum.
Hvussu verður hugburðurin um 50 ár – í 2070’unum? Og hvussu verður hann um 100 ár – í 2120’unum? Tað er ikki til at vita, men sannlíkt verður talan um ein nógv meiri umhvørvisverjandi hugburð, har dálking og niðurslíting av umhvørvinum vónandi eru vorðin søga.
“Lívið má skiljast aftureftir, men má livast frameftir” (Kierkegaard). Vit hava eina søgu, ið treytar okkum. Vit eru sonevnt “sporbundin” (path-dependent). Hetta merkir, at fortíðini hevur lagt eitt spor, ið vit eru dømd at fylgja, um vit ikki aktivt arbeiða fyri einum sporskifti. Tað eru sjálvandi nógvar møguligar framtíðar kósir, men tað er lættast og kennist “natúrligast” at fylgja verandi spori.
Hetta er tó ikki rætta leiðin at fylgja. Neyðugt er at skapa fjølbroyttar menningarmøguleikar, heldur enn einsporað at ekstrapolera verandi menning inn í eitt framtíðar samfelag. Tá enda vit skjótt við at hava ein anakronistiskan politikk og búskap, ið er sera fjarur frá teimum umhvørvis- og samfelagskrøvum, ið verða sett. Vit síggja longu nú hvussu ónøgd nógv ungfólk eru um, at vit menningarliga framvegis “liva í 20. øld” – so at siga – og ikki hava broytt politikk og búskap munandi í mun til í endanum av farnu øld. Sjálvandi broytist alt spakuliga, men tað eru eisini nógv sporbundni, ið fasthalda okkum óneyðuga fast í tí gamla sporinum.
Hetta er eisini galdandi fyri rúmplanleggingina, har vit hava sæð fleiri vanlukkulig dømi um, at stórar dálkandi verksmiðjur verða lagdar miðskeiðis í stórum bústaðaøkjum – eftir sama rationali, ið gjørdi seg galdandi í 20. øld, tá hugsjónin um “virki á hvørjum tanga” gjørdi seg galdandi.
Heldur konsentrera dálkandi virksemið á so fáum økjum sum gjørligt.
Facebook viðmerkingar