Mánadagin vitjaði Dennis Holm, landsstýrismaður, hjá fyritøkuni Petur Larsen í Fuglafirði. Petur Larsen hevur í meiri enn 50 ár veitt tænastur til fiskivinnuna á sjógvi og landi bæði í Føroyum og uttanlands, og hevur í dag kundar í 11 ymiskum londum.
Seinastu árini hevur Petur Larsen víðkað kjarnuvirksemið og arbeitt miðvíst við menning av nýggjum maskinum og nýggjum tænastum til fiskivinnuna. Undir vitjanini í Fuglafirði greiddu Rógvi Róin, stjóri, og Robert Andreasen, menningarleiðari, frá spennandi virkseminum hjá fyritøkuni, sum nú eisini gongur nýggjar leiðir.
”Framhaldandi menning av fiskivinnuni hevur týdning bæði fyri vinnuna og samfelagið – eisini, tá hugsað verður um spurningin um virðisøking innan fiskivinnuna, sum landsstýrið hevur sett á breddan. Tí er eisini hugaligt at síggja, at føroyskar fyritøkur arbeiða miðvíst við at menna nýggjar maskinur og tænastur innan høvuðsvinnu okkara” sigur Dennis Holm, landsstýrismaður, eftir vitjanina.
Facebook viðmerkingar