Í dag var enn einaferð vitjan í býráðssalinum, av úrmælingum úr ítróttarfeløgunum í kommununi. Siðvenja er, at kommunan heiðrar teimum, ið megna at enda ovast á tindinum og gerast føroyameistarar. Stígur kom í hesa siðvenju í fjør, men verður nú tikið upp aftur.
Í dag tók borgarstjórin ímóti umboðum fyri Tvøroyrar Borðtennisfelag – TBF, Froðbiar Sóknar Róðrarfelag – FSR og Suðuroyar Judo. Feløgini hava enn einaferð fleiri góð úrslit at vísa á og er tað at fegnast um.
Fyri TBF møttu Ólavur Hammer, Hans Jacob Gaard Petersen, Britt Michelsen, Baldur Garðshamar og Benjamin Simonsen. Úrslitini hjá teimum í ár:
Ólavur Hammer: Føroyameistari í einmansleiki, smádreingir 2022-23. Føroyameistari í einmansleiki, dreingir 2022-23. Føroyameistari í tvímansleiki, smádreingir 2022-23, saman við Hans Jacob Gaard Petersen og føroyameistari í tvímansleiki, dreingir 2022-23, saman við Hans Jacob Gaard Petersen.
Hans Jacob Gaard Petersen: Føroyameistari í einmansleiki, unglingar 2022-23. Føroyameistari í tvímansleiki, smádreingir 2022-23, saman við Ólavi Hammer, føroyameistari í tvímansleiki, dreingir 2022-23, saman við Ólavi Hammer og føroyameistari í blandaðum tvímansleiki.
Britt Michelsen: Føroyameistari í einmansleiki, kvinnur 2022-23.
Baldur Garðshamar: Føroyameistari í tvímansleiki, smápiltar 2022-23, saman við Benjamin Simonsen.
Benjamin Simonsen: Føroyameistari í einmansleiki, smápiltar 2022-23 og føroyameistari í tvímansleiki, smápiltar 2022-23, saman við Balduri Garðshamar.
Nýggjasta ítróttarfelagið í kommununi, Suðuroyar Judo, stóð seg eisini væl og fekk fleiri heiðursmerkir í FM-kappingini í ár. Bjørk Enni og Dávid Simonsen gjørdist føroyameistarar.
Bjørk Enni: Føroyameistari í vektklassanum 32+ kg.
Dávid Simonsen: Føroyameistari í vektklassanum -28 kg.
Froðbiar Sóknar Róðrarfelag stóð seg væl til FM í inniróðri í ár og tveir føroyameistarar komu burturúr. Jóna Danielsen og Jóhanna Maria Olsen.
Jóna Danielsen: Føroyameistari í inniróðri á teininum 2000 m, kvinnur 55-59 TV.
Jóhanna Maria Olsen: Føroyameistari í inniróðri á tieninum 2000 m, kvinnur OB TV.
Sum áður nevnt, so tók borgarstjórin, Kristin Michelsen, ímóti úrmælingunum, ið møttir vóru við nærmastu familjuni. Hann helt eina røðu og handaði FM-vinnarunum blómutyssi, gávukort og heiðursbræv, vegna Tvøroyrar kommunu. Ein hugnalig løta, har tey, ið møtt vóru, fingu eitt gott prát, aftur við kaffi og onkrum til góman.
Facebook viðmerkingar