Síðan ársbyrjan í fjør hevur verið arbeitt miðvíst við besta kvinnuliðnum í Suðuroynni – felagsliðnum í Betrideildini. Kvinnurnar og venjaratoymið hava lagt nógva orku í hetta menningararbeiðið og hóast fleiri stór tap á leiðini, so hevur verið hildið áfram.
Í kvøld tóku kvinnurnar so eitt týðandi fet á leiðini, tá felags Suðuroyarliðið í Betrideildini hjá kvinnum spældi javnleik 1-1 ímóti EBS/Skála á Skála. Málið hjá felagsliðnum skoraði liðskiparin Nancy N. Einarsson.
Facebook viðmerkingar