Oyggjaleikirnir á Guernsey verða settir leygarkvøldið 8. juli kl. 18 á Albert Pier í St Peter Port.
Stóra hátíðarhaldið er týðandi partur av leikunum, og setanin hevur fleiri siðbundin innsløg, sum eru føst á hvørjum leikum.
Tá limaoyggjarnar marsjera inn, gongur ein flaggberi fremst við Merkinum saman við einum vatnbera.
Borðtennislegendan Peter Hentze Niclasen fer at bera Merkið leygarkvøldið. Peter man verða ein tann føroyingurin, sum hevur luttikið á flest oyggjaleikum tilsaman. Hann hevur verið við til allar oyggjaleikirnar líka síðan 1989, tó undantikið 2013, tá borðtennis ikki var á skránni.
Í 1989 – 2005 sum leikari, 2007-2011 sum venjari og frá 2011 til í ár sum hjálparvenjari ella leiðari.
Peter hevur eisini verið við til at vinna heiðursmerkir á oyggjaleikunum, bæði sum spælari og sum venjari. Serliga sterkt í minnium er bronsuheiðurmerkið, sum Peter vann í liðkappingi í Føroyum í 1989 og gullheiðursmerkið, sum Durita Fríðadóttur Jensen og Henriette Nørr vunnu í tvímannsleiki á oyggjaleikunum á Gotlandi í 2017.
Sjálvur sigur Peter at ” tað er ein stórur heiður at bera Merkið til setanina av oyggjaleikunum, tí Merkið er jú samleikaprógv fyri føroyska ítróttarhópin og samstundis føli eg tað sum eitt herðaklapp at blíva spurdur um hesa tænastu”
Facebook viðmerkingar