VB til Dronninglund Cup

Sunnukvøldið varð Dronninglund Cup 2023 sett og millum tey 220 liðini eru 6 lið úr VB.

Tilsamans eru tað fleiri enn 50 leikarar og venjarar og liðleiðarar úr VB til Dronninglund Cup í ár.

Sunnukvøldið var stórt setanartiltak har øll liðini savnaðust á leikvøllinum á Dronninglund stadion. Sjálv kappingin byrjar mánamorgun og verða innleiðandi umførini mánadagin og týsdagin. Ónsdagin og tórsdagin verða so finaluumførini.

Facebook viðmerkingar