Faktabók til børn komin á føroyskum


Hvør uppfann hetta? er heitið á einari nýggjari bók, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í juni. Ofta verður spurt eftir faktabókum til børn og ung, og nú er ein spildurnýggj til keyps í handlunum – og kann lænast á bókasøvnum. Hvør uppfann hetta? nøktar títt forvitni, breiðkar tína vitan og ger teg klára/n til komandi spurnakapping!

Um bókina
Hvør uppfann bilin, ljósperuna ella kovboybuksurnar, sum tú ert í? Einki, sum er rundan um teg, kemur úr ongum.

Evnaríkir uppfinnarar, vísindafólk og verkfrøðingar hava uppfunnið tað! Hvør uppfann hetta? vísir, hvussu fólk fyri langari tíð síðani slóðaðu fyri øllum tí, sum vit brúka í dag í modernaðari tøkni, mentan og læknavísindum.

Anne Ameri skrivaði, Becky Thorns myndprýddi, og Jónas Tormóðarson Stórá týddi úr enskum. Bókin er ein faktabók til børn, sum eru umleið 8-12 ár, við nógvum myndum.

Bókin er 100 bls. og innbundin.

Facebook viðmerkingar