Fyri árum síðani var søgufróði Óli Jacobsen í Onglandi í samband við eitt minningarhald eftir Seinra Heimsbardaga. Har kom hann á tal við eina konu, sum segði sjeg vera ættað úr Vági. Hendan Paulina var langabbadóttir Niclas Leo í Sjúrðhúsi. Soleiðis fekk undirritaði samband við skyldfólkini í Onglandi.
Jógvan í Lopra giftist í 1835 við Julionnu Poulsdatter úr Kirkjubø.
Tey settu búgv í Lopra. Tá flutti Poul Johannes Joen-Eriksen (1814-1888), húskallur av Bø, suður við og fekk innivist í Sjúrðhúsi.
Seinri giftist hann við Lisbeth Sofie Mortensdatter – Lisu í Sjúrðhúsi.
Poul Johannes og Lisa í Sjúrðhúsi fingu 9 børn:
Mortan Leo (1841-1913) – Mortan í Sjúrðhúsi
Súsanna Katrina Leo (f. 1842-1859) – ógift
Elisabeth Sofía Leo (f. 1844) – giftist við Thomas F. Mikkelsen úr Kunoy
Marin Margretha Leo (1846-1927) giftist við Óla Jóhan í Tøðuni
Jóhanna Leo (f. 1848-1927) – giftist við Jákup á Fløtti í Porkeri
Jóan Pauli Leo (1850-1910) – flutti til Grimsby
Niclas Leo (1852-1918) – Niclas í Sjúrðhúsi – flutti til Grimsby og er langabbi Peter, sum kemur at vitja í Vági.
Óli Leo (1854-1910) flutti til Grimsby
Poul Johannes Leo (1859-1916) flutti eisini til Grimsby.
Leygardagin, 5. august kl. 12, fáa øll skyldfólk høvi at heilsa uppá langabbason Niclasar í Sjúrðhúsi á Kafé Bakkastovuni í Vági. Peter og Sue vildu verið sera fegin, um onkur átti gamlar myndir at víst teimum og eru spent at hoyra søgur um familjuna. Síðan verður gingið niðan í Sjúrðhús, har felagsmynd verður tikin uml. Kl. 13. Aftaná spáka okur út á Marknoyri at síggja elsta bát, sum smíðaður er í Vági, ”Royndina”, hjá Mortani í Sjúrðhúsi. Hans Jacob á Løðhamri bygdi bátin í 1889 – eftir lagnutungu sjóferðina, har Mortan misti 3 synir.
Arnstein Niclasen, skyldmaðurin, sum skrivaði frálíku bókina um Fólkini úti á Bø, hevur nøkur eintøk við, sum kunna fáast fyri lagaligan prís. Ætlanin er eisini at stovna eitt stuðulsfelag, ”Sjúrðhússtuðlar”, fyri at koyra undir tilgongdina at varðveita hesi fornu hús.
Arnfinnur Thomassen
Facebook viðmerkingar