FM kapping í dart

Suðuroyar Dartfelag heldur FM kapping fyri fyrstu ferð og verður hon hildin leygardagin 12 august kl 11.

Morgunmatur er frá kl 9.30

Tilmelding ferð fram á dartfo.com seinasta freist at melda til er kl 22 í kvøld og vónar felagið, at suðringar møta upp til kapping og vísa sínar dygdur.

Royndur spælarar verður tilmeldaðir í A bólkin og óroynd kunnu meldað seg til B bólkin. 

Øll eru hjartaliga vælkomin at koma inn á gólvið og hyggja eftir Dart har teir bestu í landinum verða eisini við. 

Troyggjur frá Suðuroyar Dartfelag verða at fáa til keyps á staðnum.

Heilsan Nevndin

Facebook viðmerkingar