Savnið hjá Petur Nolsø flytast til Vágs

Petur Nolsø, vágbingurin í Havn, kenna flest øll fyri forkunnuga bóndagarðin á Ternuryggi, har tað m.a. er eitt stórt tal av eksotiskum fuglum. Á Ternuryggi er eisini eitt forkunnugt savn, sum Petur nú fer at flyta til Vágs.

Á savninum er millum annað 200 knívar, málningar fyri í alt 8 milliónir, privatar ognir hjá Nólsoyar Pálli og lutir eftir Napoleon Bonaparte.

Skjótt verður savnið flutt til Vágs, tí Petur hevur fingið eina millón í stuðli frá Betri-samtakinum, og fær eina millión afturat, so fer hann at umvæla húsini í Vági til eitt savn.

Her er innslagið í Degi og Viku fríggjakvøldið 2. mars 2018

http://kvf.fo/netvarp/sv/2018/03/02/peturnolsohd

Facebook viðmerkingar