VB kvinnurnar lupu hvøkk á VÍF

VB kvinnurnar spældu sunnudagin ein branndyst í Vestmanna og eru kvinnurnar helst skuffaðar um, at øll stigini ikki vóru umborð á Smyrli kl. 20 í gjárkvøldið, tá leiðin gekk suðuraftur til Vágs.

VÍF hevur verið at kalla einaráðandi í Hvonndeildini í ár. VÍF kvinnurnar vunnu trygt steypakappingina og liggja eisini greitt á odda í Hvonndeildini. VB er á 3. plássi og hevur havt avbjóðingar við skaðum og hevur eisini mist fólk seinastu tíðina, men hetta merkti als ikki dystin sunnudagin.

VB-kvinnurnar løgdu bragdliga fyri. Og áðrenn VÍF liðið hevði vent sær, var støðan 6-2 til VB. VB-kvinnurnar vóru eisini greitt omaná allan fyrra hálvleik og var hálvleiksstøðan 15-10.

VB byrjaði eisini seinna hálvleik væl betri enn VÍF og vóru VB-kvinnurnar eina løtu á odda við 7 málum. VÍF-kvinnurnar stríddu seg tó inn í dystin aftur. Og í seinastu sekundunum av dystunum javnaðu Vestmanna-kvinnr til 23-23.

VB-kvinnurnar eru uttan iva glaðar um úrslitið. Men eru helst eisini eitt sindur skuffaðar, tí tær høvdu møguleikan til at vinna dystin. 

Samanumtikið er lítið at taka seg aftur í, at úrslitið var eitt sera gott úrslit og eitt stórt liðavrik av VB-kvinnunum í Vestmanna.

Málskjúttar hjá VB vóru:

Gurið K. Augustinussen: 7 mál
Rúna M. Jacobsen og Bára K. Mortensen: 3 mál
Laila Jepsersen, Christina Holm, Barbara K. Hjelm, Rannavá Johannesen: 2 mál
Agnes Fallesen og Durita K. Hjelm: 1 mál

 

Facebook viðmerkingar