Í farnu viku varð skipað fyri ruddingardegi í sóknini
Fríggjadagin 15. sep.var skipað fyri ruddingardegi í Hvalba. Ruddingadagurin hevur verði eitt afturvendandi tiltak, og er dagurin seinastu árini verði í samstarvi við Rudda Føroyar.
Hvalbiar kommuna hevur, í hesum sambandi bjóða borgarum til morgunmat í Roynhøllini, áðrenn fari varð í gongd at rudda.
Í ár var tó avgjørt at byrja ruddingina av økjunum fríggjadag frá kl.15.00 og síðani bjóða borgarunum til suppu kl.18.00 fríggjakvøld heldur enn morgunmat. Hetta tí at nógvar kappingar vóru hjá ungdómsdeildini hjá Royn leygardagin.
Eini 50 fólk vóru við og ruddaðu.
Leygardagin 16.sep var ruddingardagur í Sandvík. Her bjóðaði kommunan morgunmat frá kl.9.30 í Ranhøll. Síðandi var fari út at rudda, eitt nú stóra sandin í Sandvík.
Eini 10 fólk luttóku í Sandvík.
Tilsamans vóru 4 rúmmetrar av skrelli burturbeint.
Facebook viðmerkingar