Síðani at svimjihylurin í Vágs Skúla stongdi í 2015, hevur hølið ikki verið brúkt. Tað hevur tó verið ætlan um at gera svimjihylin til eitt auditorinum, men henda ætlanin hevur næstan bert verið ein tanki
Til fíggjarætlanina í ár, setti býráði 750.000 kr. av til at byrja uppá arbeiðið. Fyrsta byggistig umfatar at gera pall, sitipláss uppeftir skráninginum og saga hol í síðurnar í tí djúpa partinum av svimjihylinum, so slepast kann inn frá ganginum, har miðdeildin gongur.
Í gjár gjørdi Norcon og Vágs Kommuna avtalu um, at byrja uppá arbeiði at gera auditorium í gamla svimjihylinum í Vágs Skúla. Fyri Norcon vóru tað Hjalmar Magnussen og Rúni Eyðunson og fyri Vágs Kommunu, var tað borgarstjórin, Bjarni Johansen, og Levi R. Mørk, formaður í Mentamálanevndini, sum skrivaðu undir.
Facebook viðmerkingar