TAKS søkir eftir málsviðgera til fast starv á Tvøroyri at byrja 1. januar 2024.
Um teg
Tú hevur skrivstovuútbúgving, helst við sergrein í almennari fyrisiting. Fyrimunur er at hava royndir við slíkari fyrisiting og við málsviðgerð. TAKS nýtir journalskipanina 360. Fyrimunur er at hava royndir við hesi skipan.
Umráðandi er eisini, at tú:
• dugir við teldu og telduskipanum,
• hevur hegni til lóg og at seta teg inn í galdandi reglur,
• arbeiðir sjálvstøðugt, kanst leggja til rættis og taka grundaðar avgerðir,
• skrivar og tosar føroyskt og enskt og hevur lætt við at samskifta við fólk,
• ert fyrikomandi og vísir nærlagni og ábyrgd.
Fært tú starvið, vænta vit, at tú støðugt førleikamennir teg, tí tað leggur TAKS dent á, at tú gert.
Setanarviðurskifti
Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið í lønarflokki 3 ella 4, alt eftir útbúgving.
Starvið er fulla tíð, og høvuðsstarvsstaðurin er í løtuni TAKS á Tvøroyri. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.
Umsóknarfreistin er 27. oktober 2023
Søk starvið á umsóknarskema okkara, har tú viðheftir umsókn, CV og avrit av prógvum og viðmælum.
Søk starvið á umsóknarskema okkara her: https://app.jobmatchprofile.com/xm7p7d
Fá meira at vita um starvið við at venda tær til Mai-Britt Vinther, deildarleiðara, á 35 26 00 ella á mv@taks.fo.
Facebook viðmerkingar