Smyril broytir ferðaætlan fram til tórsdagin 2. november fyri at høvuðsumvæla høvuðsmotor

Orsakað av, at tað hevur viðrað so illa seinastu dagarnar, hevur høvuðsumvælingin av høvuðsmotorinum ikki gingið sum ætlað. Fyri at fáa umvælingina lidna sum skjótast, verður ferðaætlanin nú tillagað, so at stundir verða til at fáa arbeiðið liðugt. Smyril siglir hetta tíðarskeiðið við trimum høvuðsmotorum.

Sí broyttu ferðaætlanir fyri leið 7 á ssl.fo

Strandfaraskip Landsins

Facebook viðmerkingar