Suðuroyar Sparikassi tillagar út- og innlánsrenturnar


Eftir at evropeiski miðbankin (ECB) 14. september 2023 og síðani danski tjóðbankin dagin eftir enn eina ferð hækkaðu leiðandi rentuna við 0,25 %-stigum, hækkar Suðuroyar Sparikassi eisini út- og innlánsrenturnar.

Útlánsrenturnar hækka við upp til 0,25%-stigum p.a fyri bæði privat- og vinnukundar.

Innlánsrenturnar hækka við upp til 0,50%-stigum p.a fyri bæði privat- og vinnukundar.

Rentubroytingarnar koma í gildi 6. desember 2023.

Rentuyvirlitið á heimasíðuni www.ss.fo verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi.

Facebook viðmerkingar