Sunnudagin, 5. novembur kl. 15, hevur Kirkjukórið Ljómur árligu allahalgannakonsertina í Vágs kirkju. Eftir gomlum siði er eisini talan um eina takkar- og offurgudstænastu.
Meðan sálmurin ”Nú hvítna tindar…” verður sungin, gongur kirkjufólkið inn á kórgáttina at ofra.
Sálmurin varð sungin fyrstu ferð í Vágs kirkju hin 1. nov. 1942. Robert Joensen hevði týtt vakra sálmin eftir áheitan frá Edith Dahl.
Á skránni eru føroyskir sálmar og sangir. Benjamin Gaasedal er kórleiðari hjá Ljómi.
Facebook viðmerkingar