Tvøroyrar kommuna ferð í næstum undir eina tilgongd at umskipa og flyta kunningarstovuna úr verandi hølum á kommunuskrivstovuni á Tvøravegi 37, til fyrv. avgreiðslubygningin hjá Posta, á Sjógøtu 2, sum hevur munandi betri staðseting, við tíðarhóskandi og góðum møguleikum at avgreiða borgar, gestir og vitjandi á Tvøroyri.
Tvøroyrar kommuna er eigari av eystari helvt av bygninginum á Sjógøtu 2, meðan BankNordik eigur vestara hálvuna. Føroya Eftirskúli leigar ovari hæddina í eystari lonini frá Tvøroyrar kommunu.
Bygningurin er bygdur sum avgreiðslubygningur, hann er sera sjónligur og liggur væl fyri í sentrum á Tvøroyri. Atkoman hjá rørslutarnaðum og eldri borgarum er sera góð, eins og góðir parkeringsmøguleikar er nær bygninginum. Her er løðistøðir til elbilar, busssteggipláss hjá bygdaleiðum, og nærmasti granni er SSL, ið samskipar allan ferðafólkflutning í Føroyum
Facebook viðmerkingar