Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum:
Inntriv máar burtur álitið á mótpartin
Almenn áheitan frá Arnfinni Bech, formanni í Maskinmeistarafelagnum:
Við hesum vil eg vegna Maskinmeistarafelagið staðiliga heita á allar løgtingslimir um ikki at taka undir við lógaruppskotinum at leingja partar av sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sum Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum, fyrrapartin hevur lagt fyri Løgtingið.
Verður uppskotið samtykt, máar tað burtur álitið á landsins leiðslu, har Fíggjarmálaráðið – umframt í fleiri førum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF – stendur fyri at skula samráðast um tíggjutals sáttmálar.
Um tað verður samtykt, ger løgtingslógaruppskotið til einkis allar avtalur um mannagongdir, til dømis viðvíkjandi fráboðanarfreistum, sum við tógvið stríð eru gjørdar ímillum sáttmálapartarnar á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Hetta uttan at inntrivið á nakran hátt skundar undir nakra loysn á áleikandi sáttmálatrætu.
Tað er mín inniliga vón, at okkara høga Løgting vil verja borg um okkara fólkaræði, og steðga royndini hjá landsstýrinum at gera seg inn á frælsa samráðingarrættin.
november 2023
Arnfinn Bech
formaður í Maskinmeistarafelagnum
Facebook viðmerkingar