BankNordik: Virksemið hjá samtakinum royndist sum heild væl ársins fyrstu níggju mánaðir, nú roknskapurin fyri 3. ársfjórðing verður almannakunngjørdur í dag. Umframt góð roknskaparúrslit bera roknskapartølini eisini boð um, at føroysku fyritøkurnar og føroysku húsarhaldini sum heild hava staðið seg væl í einum tiðarskeiði, sum annars hevur verið merkt av rentuhækkingum og høgari inflatión. Hóast góð úrslit er hetta fyrsti ársfjórðingur síðani 1. ársfjórðing í 2021, at niðurskrivingar ikki eru afturførdar, sum kann vera eitt tekin um, at broyttu fortreytirnar við hægri rentum og inflatión byrja at merkjast. Hyggja vit eftir yvirskipaðu útlitunum fyri restina av árinum, so eru tey sum heild góð.
Fleiri spara saman við rentu
Síðani rentan á heysti í fjør fór frá at vera negativ til positiv, er innlánsrentan hækkað við meira enn 3%. Hetta hevur samstundis eisini havt við sær, at innlánini eru hækkað. Hjá privatkundum eru innlánini hækkað við 5,2% síðani sama tíðarskeið í fjør, og bara í 3. ársfjórðingi í ár eru innlánini hjá privatkundum hækkað við 2%.
– Vit bjóða okkara kundum ymiskar samansparingarmøguleikar við munagóðum rentum, soleiðis at kundin kann fáa meira fyri sínar pengar. Tað er gleðiligt at síggja, at alsamt fleiri kundar taka av hesum møguleikanum og seta sínar innistandandi pengar á kontur við góðum rentum. Sum nakað nýtt bjóða vit eisini samansparingarkontu við góðari rentu uttan binding, sum okkara kundar sjálvsagt eisini hava tikið væl ímóti, sigur Turið F. Arge, forstjóri.
Títtleikin á rentubroytingum stilnar
Samstundis sum innlánsrentan er hækkað munandi hetta seinasta árið, er útlánsrentan eisini hækkað, og tað er sostatt vorðið dýrari at lána pening. Tað er tó einki, sum bendir á, at títtleikin á rentuhækkingum, ið vit hava sæð hetta seinasta árið, fer at halda fram.
– Árið higartil hevur verið serstakt á tann hátt, at vit hava havt rættiliga nógvar rentuhækkingar upp á lutfalsliga stutta tíð. Vit síggja tó ikki tekin um, at hendan gongdin fer at halda fram. Harafturímóti væntar marknaðurin ein stilnað í gongdini, og at núverandi rentustøði fer at halda fram í eina tíð aftrat. Hyggja vit eftir kundunum, so hava teir víst seg at standa væl ímóti teimum búskaparligu avbjóðingunum, sum hava merkt bæði 2022 og 2023. Tá ið tað so er sagt, so vita vit, at hækkandi rentur og høg inflatión ávirka fíggjarstøðuna hjá okkara kundum, og hóast tað enn sær út til, at kundarnir megna at svara sínum skyldum, so vænta vit, at hetta kann broytast og sostatt bera við sær hækkandi niðurskrivingar komandi tíðina, sigur Turið F. Arge, forstjóri.
Roknskapurin í stuttum
- Úrslitið fyri skatt var 271 mió. kr.
- Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar var 202 mió. kr.
- Niðurskrivingar á útlánum vórðu afturførdar fyri 15 mió. kr.
- Rakstrarúrslitið gjørdist 217 mió. kr.
- Útlánini hjá bankanum eru 8,8 mia. kr.
- Realkredittlánini hjá bankanum eru 2,6 mia. kr.
- Innlánini hjá bankanum eru 8,6 mia. kr.
- Solvensurin íroknað NEP-kapital er 30,2%
- Leiðslan væntar, at nettoúrslitið í ár verður millum 260-290 mió. kr.
Partabrævið hjá BankNordik hækkar 2,5% í morgun og kostar nú 166 krónur. Virðið á partabrævinum er vaksið áleið 40% í ár.
Facebook viðmerkingar