675 húski hava higartil fingið játtað hjálparískoyti

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-039/2023 eftir tingskipanini §52a til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, frá Súsonnu Bertholdsen, løgtingskvinnu, um hjálp til fíggjarliga sperd húski.

Fyrispurningurin ljóðar soleiðis:
1. Hvussu nógv húski fingu familju- og hjálparískoyti í sambandi við inflatiónshjálpina, sum Løgtingið samtykti fyrr í ár?

2. Hvørjum loysnum arbeiðir landsstýrið við fyri at lætta um hjá fíggjarliga sperdum húskjum?

3. Er ætlanin at gera nakað við stóra bráðfeingis tørvin á fíggjarligari hjálp í løtuni?

Svar:
Til spurning nr. 1

Tað eru 675 húski, sum higartil hava fingið játtað hjálparískoyti, sum er 12.000 kr. Onkur einstøk umsókn er ikki endaliga avgreidd enn.

Hjálparpakkin, sum Løgtingið samtykti fyrr í ár, ávirkar ikki talið av teimum, sum hava rætt til familjuískoyti. Men øll, sum hava rætt til familjuískoyti, fáa 750 kr. meira fyri hvørt barnið í eitt tíðarskeið. Tað eru stívliga 300 familjur, sum hvønn mánað fáa familjuískoyti, og øll hesi fáa sostatt ágóða av hjálparpakkanum, sum enn er galdandi.

Til nr. 2 og 3
Landsstýrið arbeiðir við fleiri málum, sum skulu bøta um fíggjarligu umstøðurnar lágløntum. Hækkaða familjuískoyti verður galdandi inn til ársenda. Í januar 2024 kemur ætlandi ein skattaumlegging í gildi, sum fer at hava við sær, at lág og miðallønt fara at fáa hægri tøka inntøku. Samstundis verður arbeitt við sonevnda lønarlyftinum, sum eisini fer at hava við sær betri fíggjarligt rásarúm til tey, ið eru fevnd av lønarlyftinum.

Kunngerð um javningarprosent fyri almannaveitingar fyri 2024 er júst kunngjørd, og verður javningarprosentið fyri 2024 sostatt 3,8 prosent. Allar almannaveitingar hækka sostatt komandi ár – t.d. hækkar árliga fólkapensjónin saman við saman við samhaldsfasta við umleið 6 til 7.000 kr. komandi ár.

Ein partur av arbeiðnum at bøta um fíggjarliga rásarúmi hjá familjum liggur uttanfyri mítt málsræði, sum landsstýriskvinna í almannamálum. Tað er m.a. bústaða-, útbúgvingar, – arbeiðsmarknaðar- og skattapolitikkur, ið eru týðandi amboð, sum skulu stuðla undir, at familjur hava nøktandi fíggjarligar umstøður og flyta seg úr einari sosialari støðu í aðra.

Eg haldi kortini, at eg vegna samgonguna kann siga, at vit allatíðina meta um støðuna og vita, at tað orsakað av høgu prísunum er trupult hjá nógvum familjum. Tí mugu vit støðugt taka upp til politiska viðgerð, um og hvørji átøk kunnu gerast neyðug fyri at tryggja tey, sum hava minst at liva av.

Tórshavn 3. november 2023
Sirið Stenberg
landsstýriskvinna

Facebook viðmerkingar