Tað hevur gingið væl í ár og tað fáa barnafamiljur ágóðan av.
Levi Mørk, formaður í barna og ungdómsnevndini í Vágs býráð, avmyndaður í fjør uttan fyri dagstovnin, Eikilundí Vági
Tey foreldur, sum hava børn í frítíðarsskúla, barnagarðinum og vøggustovuni hjá kommununi, fáa eina óvæntaða jólagávu frá býráðnum aftur í ár. Og tað er, at tey sleppa frá at rinda ansingargjald nú í desembermánað.
Barna og ungdómsnevndin hevur einmælt samtykt í kvøld, at einki ansingargjald verður í jólamánaðinum.
Vágs Býráð sigur í eini fráboðan í kvøld, at í samband við at Vágs kommuna hevur aftur fingið væl meira inn í skatti í ár, eins árið frammanundan, verður einki ansingargjald kravt fyri jólamánaðin.
Inntøkurnar av skatti hava verið framúr góðar í ár, har Vágs Kommuna fer at hava nakrar milliónir krónu eftir í ár, enn mett var frammanundan, sigur Levi Mørk, formaður í barna og ungdómsnevndini.
Sjálvandi skulu okur verja um okkara foreldur, sum hervið fáa ein litlan bata til jólar eins tey fingu í fjør.
Okur vita jú at nógv er at gjalda í jólamánaðinum frammanundan sigur Levi Mørk
Levi Mørk sigur, at tí hevur meirlutin hjá Vágs býráðið gjørt av, at einki gjald verður fyri ansingarpláss í des 2023.
Nú skal málið, at enda viðgerast í fíggjarnevndini, og tað skal so samtykkjast í býráðnum seinni í mánaðinum.Hinvegin er vantandi at alt býráðið tekur undir við hesum, tað var einmælt samtykt í fjør sigur Levi Mørk at enda.
Facebook viðmerkingar