Nú kemur triðja staklagið á komandi hjá Deiggj lp´ini TÍÐ


Hesaferð er talan um sangin í Kom lat okkum dansa, sum kemur út týsdagin 14. november 2023.

Lagið verður at hoyra á Spotify og Apple Music, Youtube o.ø. tónleikapallum.

Nýggi sangurin Kom lat okkum dansa snýr seg um horvnan kærleika og at royna finna stevið aftur og njóta lívið saman, dansa og syngja, ístaðin fyri sita og stúra, skeldast ella gremja seg .

Fróði Vestergaard syngur sangin saman við Jensinu Olsen, Guðrun Sólju Jacobsen, Barbaru á Tjaldrafløtti og Páll Lave. Fróði Vestergaard eigur lagið og teksturin er skrivaður av Jógvan Andreas Joensen og Fróða Vestergaard, við í blástri frá einum teksti hjá danska Poul Kroon.

Deiggj geva út eina nýggja LP
Deiggj hava í longri tíð arbeitt miðvíst við einari LP plátu, ið júst ber heitið TÍÐ. Á plátuni eru 9 føroysk løg. Við hvørjari lp fylgir eisini við ein fløga, sum liggur inni í plátuhúsanum. Higartil eru komnir út tveir sangir “Hví grætur tú”, har Guðrun Sólja Jacobsen er gestasolistur og lagið Í Viðarlundini. Sangurin Hví grætur tú varð av lurtarum hjá KVF valdur sum nummar 2 til Ársins útvarpshitt 2022

Grundupptøkurnar eru gjørdar í Studio Block í Tórshavn, og síðan hevur bólkurin arbeitt víðari í Studio Deiggj, Bakkastudio á Tvøroyri og Studio Bunkarin.

Teknikari í Studio Block var Vinjar Egilsnes Petersen. Síðan hevur Benjamin Petersen tikið upp og miksað í Studio Bunkarin.

Deiggj og Benjamin Petersen hava staðið fyri framleiðsluni. Nýggja plátan er á veg til Føroyar og meira verður at frætta seinni um plátuna.


Kom lat okkum dansa
Orð: Jógvan Andrias Joensen og Fróði T. Vestergaard
Lag: Fróði T. Vestergaard

um tøgnin fær ræðið
og tyngir tær lívið.
kenn eftir, hvat nívir
og brót upp úr nýggjum.
kom lat okkum dansa.
kom rætt mær tína hond.
kom knýt okkum saman við fløvandi hondum.

er andlit títt stívnað,
sum frostbitin kavi.
slepp gleðina leysa
kenn hitan á varrum.
Kom lat okkum syngja.
Kom rætt mær tína hond.
Kom knýt okkum saman við ævigum røddum.

Um sárbært títt hjarta
og tregi í barmi.
Lat troystandi hugløg,
tá kveikja títt sinn.
kom lat okkum smílast.
kom rætt mær tína hond.
kom knýt okkum saman við ævigum smílum.

Um kroppur tín ilskast
og merktur av stongsli.
finn framaftur friðin,
enn er ei ov seint.
kom lat okkum syngja.
kom rætt mær tína hond.
kom knýt okkum saman við ævigum røddum.

er lívsgleðin viknað
og kærleikin horvin.
kveik innara neista
og fevn tína tráan.
kom lat okkum dansa.
kom rætt mær tína hond.
kom knýt okkum saman við fløvandi hondum.

lat vónina ráða
og tøgnini basa
lær teg at sáa
í gleðini heysta
kom lat okkum gleðast.
kom rætt mær tína hond.
kom knýt okkum saman við ævigum bondum.

Lagt til rættis: Deiggj og Benjamin Petersen
Fróði T, Vestergaard sang og synth
Jensina Olsen sang
Guðrun Sólja Jacobsen kór
Pætur Mohr Dam Orgul
Páll Holm Lave el- gittar, kassagittar og kór
Sverri Heinesen bassgittar
Rani H. Christiansen trummur og perc.
Benjamin Petersen banjo
Mastering: Daniel Bacigalupi í Nashville
Teknikarar: Vinjard Egilsnes Petersen og Benjamin Petersen
Útgáva: TUTL

Leinkja til lagið https://bfan.link/kom-lat-okkum-dansa

Facebook viðmerkingar