Vágs kommuna: Sera nógv sjálvboði arbeiði er og verður gjørt innan ítróttin í Vági og soleiðis hevur altíð verið so leingið jeg kann minnast.
Her er nógv gott komið av skafti gjøgnum ár og dag, uttan at jeg skal nevna alt úr rúgvini, tí so verið jeg ikki liðugur at ramsa alt upp. Sigur Levi Mørk, formaður í mentamálanevndini hjá Vágs Kommunu.
Hettar hava vágbingar altíð havt í sær – at fáa nógv av skafti, og eisini við at ganga undan innan fleiri økir og ikki verður hugsa um hvønn lit ella um onkur er betri enn nakar annar. Arbeiði skal bara gerast til gavn fyri framburðin í bygdini.
Styrkin er nok okkara samahald og at fremja ting saman og væl gongur tað. Sigur Levi Mørk. Tað er við stórum takksemi, til tykum øll, sum gera hettar megnar arbeiði púra sjálvboði. Tá er tað sera nemt hjá okum í Vágs Kommunu, sum jú varar av ítróttarøkinum í Vági, at játtað nakrar krónur til tilfar og til aktivtetir annars, so at tykur kunnu fara til verka. Tykur eru so aktiv, at okur klára sjálvi í Vágs Kommunu illani at fylgja við. Tí tykur vilja, at her skal henda nakað beinavegin, tí tykur vita at tað gerð mun. Tað gerð stóran mun og so sannligani eisini
Vágsbygd blómar á sera nógvum økjum, hóast langur vegur er á mál, men tað kemur so við og við. Jeg eri tykum sera takknemligur og hava tykur nú gjørt eitt megnar sjálvboði arbeiðið í VB húsinum og nú eru tykur farin í ítróttarhøllina fyri at fríðka um og eisini fyri at betra um ljóðviðurskiftini í høllini. Jeg vil eisini takka starvsfólkum hjá teknisku deild hjá Vágs Kommunu, sum eru einastandandi góð til, at alt skal henda saman við tykum. Tykur eru eisini gull verd. Uttan tykum øll, eingin nevndur ella gloymdur, hevði trívnaðurin í Vági verði sera fátækur. Alt hettar sjálvbodnaarbeiði frøðir.
Fleiri mmyndir her.
Facebook viðmerkingar