Tað er okkum í dag ein stór gleði at kunngerða, at høvuðsvenjarin hjá Tvøroyrar Bóltfelag í 2024 verður Markus Thorberg.
Markus kom til felagið í ár, har hann varð settur sum høvuðsungdómsvenjari. Skjótt gjørdist greitt at Markus eisini hevði góð evnir sum fótbóltsleikari og ynskti at vera ein partur av Betri deildar lidinum og tað avgerðina hava okur veri sera glad fyri. Markus er skrásettur fyri 25 dystir á besta liðnum hjá TB (kelda: Faroesoccer).
Tá hann fekk møguleikan fyri at gerast venjari í Føroyum, ja so mátti hann bara taka av beinanvegin, sigur Markus.
“Árið í ár hevur verið eitt fantastiskt upplivilsi og hóast tað endaði við, at vit ryktu niður, so kenni eg meg als ikki lidnan. Eg havi kent meg sera væl móttiknan av felagnum, fólkunum á Tvøroyri og í oynni sum heild. Tá André spurdi meg um áhugi var at bliva venjari á besta liðinum, var tað alt ov gott til at siga nei til”, sigur hann.
“Sum venjari ynski eg at skapa ein reyðan tráð í spælimátanum og kulturinum hjá felagnum. Felagið er so avgjørt á rættari kós og er hetta nakað, ið eg vil byggja víðari uppá. Eg haldi at eitt lið í fyrstu- og eitt lið í 2. deild fer at geva okkum sera góðar møguleikar at menna leikarar og sjálvan mátin vit spæla fótbólt uppá. Samstundis ynski eg at fáa ein samanhang millum eldru liðini og ungdómin” sigur ein spentur venjari.
At enda leggur Markus afturat: “Tað snýr seg um at byggja eitt felag og eina mentan upp, sum allur býurin kann vera stoltur av – óansæð tú ert 2 ella 100 ár!”
Facebook viðmerkingar