Bjarta 2 ferðir gull á fyrsta degnum í Køge Open 2023

Tað gekk bara heilt væl hjá Bjartu í Lágabø (2009) úr Suðuroyar Svimjifelag, nú tey avgreiddu fyrstu kappingar á Køge Open 2023. Hon luttók 3 ferðir og vann gull 2 ferðir, umframt at hon í triðju kappingini svam seg víðari til finalu við bestu tíð av øllum í hennara aldursbólki.

  • 100 blandað kvinnur – Bjarta í Lágabø (2009) SuSvim 1:11.10 og víðari til finalu við bestu tíð av øllum í aldursbólkinum 14-15 ár
  • 200 rygg kvinnur – Bjarta í Lágabø (2009) SuSvim 2:24.95 og gull í aldursbólkinum 14-15 ár
  • 200 frí kvinnur – Bjarta í Lágabø (2009) SuSvim 2:16.24 og gull í aldursbólkinum 14-15 ár

Tey vóru fleiri úr Føroyum afturat Bjartu sum kappaðust í dag, tó eftir øllum at døma uttan at svimja seg víðari til finalu ella heiðursmerki. Øll úrslitini síggjast her á livetiming.se

Facebook viðmerkingar