Jólatræið í Sumba verður tendrað

Jólatræið í Sumba verður tendra ónsdagin 29.11 kl. 19:00. Byrjað verður í Sumbiar kirkju, har jólini verða sungin inn og jólaevangeliið lisið. Sumbiar kórið luttekur, eisini syngja dagrøktarmammurnar, og skúlabørnini onkran sang. Síðani verður farið út á mølina, har jólatræið verður tendrað, brandbilur og jólamenn eru væntandi við.

Aftaná verður kakao og bollar í samkomuhúsinum.

Facebook viðmerkingar