Jólainnsavningin hjá Frelsunarherinum

Eins og undanfarin ár, fer jólagrýtan hjá Frelsunarherinum at standa á Torginum í Vági og í FK á Tvøroyri í desember, tó ikki allar dagarnar.

Gávur til innsavningina kunnu eisini flytast á konto í Suðuroyar Sparikassa

9870-0004953577

Viðmerk «Jólagrýta»

Tín stuðul gevur Frelsunarherinum møguleika at hjálpa føroyingum peningaliga, ið tørva mat, klæðir o.a. til jóla. Henda veiting verður givin serliga um jóltíðir, men tó eisini aðrar tíðir av árinum, um tørvur er á tí.

Vit takka hjartaliga fyri allan stuðul, ið givin verður til jólainnsavningina hjá Frelsunarherinum.

Facebook viðmerkingar