Sverri og Birgit styrkt um oddastøðuna í sjavskappingini

Eftir 37. og 38. umfør í sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag eru Sverri Jacobsen og Birgit Poulsen við 44 stigum 7 stig frammanfyri nr. 3 í sjavskappingini, sum er Hans Jacob Bech við 37 stigum. Øll stigatalvan er her.

Úrslitið frá 37. umfari spælt í Húsinum við Á í Porkeri 8. nov. 2023:

Nr. 1. Trúgvi Berg og Helen Waag Høgnesen, 4 stig hvør
Nr. 2. Petur Muller og John Bech, 3 stig hvør
Nr. 3. Páll Lervig og Thomar Hermansen, 2 stig hvør
Nr. 4. Sámal Pauli Johannessen og Magni Augustinussen, 1 stig hvør

38. umfar spælt í Húsinum við Á 15. nov. 2023:

Nr.1. Sverri Jacobsen og Birgit Poulsen, 4 stig hvør
Nr. 2. Jan Hovgaard og Marner Tausen, 3 stig hvør
Nr. 3. Kathrina Borgarda og Eirik Poulsen, 2 stig hvør
Nr. 4. Elna Poulsen og Sverri Magnussen, 1 stig hvør

Næsta umfar verður ónskvøldið 29. nov. kl. 18.30 í Húsinum við Á í Porkeri. Hetta verður samstundis seinasta umfar í sjavskappingini í ár. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerkingar