Vit hava gjørt nógvar góðar og neyðugar raðfestingar serliga á vælferðarøkinum, samstundis sum vit hava víst varsemi í rakstrinum.
Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í fíggjarnevndini, nú nevndin hevur latið Løgtinginum sítt álit til fíggjarlógina fyri 2024. Eftir fleiri ár við stórum vøkstri í rakstarútreiðslunum hevur tað eydnast meirilutanum í fíggjarnevndini at tálma vøkrinum munandi fyri 2024.
Kortini er semja um fleiri góðar raðfestingar á vælferðarøkinum. Úr rúgvuni hevur Eyðgunn hug at taka fram hesar:
Serstøk upphædd er sett av at fáa bíðilistarnar niður á øllum trimum sjúkrahúsunum
Serliga Heimaráðgevingin hjá Almannaverkinum fær eitt neyðugt lyft. Ráðgevingin fer fram heima hjá familjuni og er skipað sum hjálp til sjálvhjálp, so familjan ognar sær vitan og førleikar at megna ein góðan gerandisdag, hóast barn teirra hevur serligan tørv.
Í 2024 lata tvey nýggj heim til fólk við serligum tørv upp. Vit hava í fíggjarnevndini tryggjað, at full játtan er til økta virksemið í komandi ári
Somuleiðis hevur Skúlin á Trøðni fingið eina hægri játtan, so øll børnini, sum er ávíst til skúlan í 2024, fáa pláss.
Vit hava eisini gjørt aðrar umraðfestingar, sum eg eri glað og errin um, men hetta er gjørt við skili. Vit hava hildið útreiðsluvøkstrinum niðri á 4,9 prosentum, sum kanska kann ljóða høgt, men havandi í huga, at lønarvøksturin komandi ár er 4 prosent, og at vøksturin seinnu árini hevur ligið á 6-7 prosentum, so er tað lágt.
Samstundis hava vit lagt eftir at fáa yvirskot á fíggjarlógini, og tí ger tað ikki uppskotið verri, at tað hevur eydnast at fáa eitt avlop 6,4 mió. kr, sigur Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í fíggjarnevndini at enda.
Onnur viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum verður mikudagin.
Facebook viðmerkingar