Tálg í staðin fyri olju

TÁLG Í STAÐIN FYRI OLJU

Á Tvøroyri verður roynt at ganga nýggjar leiðir og at hugsa meira um umhvørvið. Í fjør vórðu royndir gjørdar at fáa seyðatálg til høldar, at brenna á nýggjárinum, í staðin fyri olju.

Royndirnar eydnaðist so mikið væl, at tey trý Rakul Enni, Steingrím Niclasen og Wivika Tjaldrastein Strøm, hava veruliga spent seg út til komandi nýggjárshaldið.

Rakul Enni sigur, at tey hava savnað tálg saman frá slaktinum í ár og vælvildin at lata tálg hevur verið stór frá fólki kring fjørðin og í Ørðavík. Tá úrslitini sóu lovandi út, søktu tey Tvøroyrar kommunu um stuðul og fingu tað. Fyri stuðulin keyptu tey kjøthakkara, gassgrýtu og frystiboks frá lokalum veitara.

Rakul sigur, at við royndunum frá í fjør, hava tey nú funnið besta háttin at tilvirka tálgina upp á, soleiðis at hon ikki luktar og brennir sum longst. Tey hava hildið til í gamla koldepotinum á havnalagnum og hava framleitt so mikið av tálg, at tað, ið fólk fara at síggja loga á Oyrnafjalli tá árliga pílagrímsferðin, ið Poul F. Joensen plagar at skipa fyri, og árstalið, ið siðvenja er at gera á fjallasíðuni, er alt tálg. Blikkini, ið nýtt verða, eru fingin til vega frá Sjúkrahúsinum. Rakul sigur eisini, at tey kundu fingið nógv meira tálg, men so má meiri útgerð til og kanska fleiri hendur at hjálpa til.

Inspiratiónina til at gera hetta, fingu tey m.a. úr Kringvarpinum, har tey sóu hvussu vágafólk og kvívíkingar gjørdu.

Tálgin, ið nýtt verður, brennir heilt annaleiðis enn oljan, fyri uttan ikki at dálka. Tálgin er at líkna við eitt stearinljós og, er rætt atborið, kann eitt blikk við tálg í, loga í heilt upp til 8 tímar.

Facebook viðmerkingar