Seinastu árini hava millum 5-7 børn verið á stovni í Danmark. Børn, sum av einhvørjari orsøk ikki kunnu búgva saman við foreldrum sínum – og sum vit ikki hava megnað at tikið okkum av í Føroyum.
Nú frættist í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina, at bert eitt barn er eftir á stovni í Danmark.
Eitt barn, sum verður sent av landinum, er sjálvandi eitt ov nógv. Tað er tó ein stórur bati at fara frá 5 børnum í Danmark í 2021 til eitt barn í 2024. Vónandi kemur viðkomandi eisini heim skjótt
Tað er ikki ókeypis at senda børn av landinum. Landsstýrismaðurin í barnamálum hevur upplýst mær, at tað hevur kostað næstan 43 milliónir krónur seinastu fimm árini at senda okkara veikastu børn av landinum.
Nú kunnu hesir pengar brúkast til at menna barnaverndarøkið í Føroyum, heldur enn at verða sendir av landinum.
Tað merkir, at 4.195.000 kr. nú í staðin verða brúktir til at menna barnaverndarstovnarnar í Føroyum – samstundis, sum børnini í staðin kunnu vera í sínum egna landi, tosa sítt egna mál og hava samband við síni nærmastu.
Tað fegnist eg um!
Facebook viðmerkingar