Endurlýsing: Lærari til Sumbiar skúla

ENDURLÝSINGTíðaravmarkað fulltíðarstarv í Sumbiar skúla vegna barsilsfarloyvi, er leyst at seta frá 3. januar til og við 21. juni 2024.

Førleikakrøv: Læraraprógv.
Tad verður væntað av umsøkjarum, at tey
• eru væl fyri fakliga
• eru røkin, nærløgd og stundislig
• eru fyrikomandi og hava ein positivan hugburð
• eru samvitskufull og álítandi
• duga væl at samstarva
• duga væl við børnum

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1 – 29.2.
Starvið er sáttmálasett, uttan so, at tann, ið sett/-ur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

Meir fæst at vita um starvið og um skúlan við at venda sær til Guðruna í Líðini á
tlf 37 06 66.

Umsóknir
Umsóknir, saman við avriti av prógvi, skeiðum, CV og møguligum viðmælum, skulu vera Sumbiar skúla í hendi í seinasta lagi á miðdegi ónsdagin
20/12-2023, og skulu sendast til teldupost adressu: sum@skulin.fo

G.G.: Onnur, sum ikki hava læraraútbúgving, eru vælkomin at søkja. Um eingin umsøkjari lýkur førleikakrøvini, kunnu skikkaði ófaklærd fólk verða sett.

Facebook viðmerkingar