Beint fyri jól í fjør innspældi Vágs skúli jólalagið Stjørnan Lýsti. Lagið var tókt um hálvan desember í fjør.
Børn í Vágs skúla hava áður givið út undir navninum Blandað Drops, og tí fekk útgávan við jólalagnum Stjørnan Lýsti heitið Blandað Jóladrops.
Skjótt varð borið at frá hugskotinum at spæla lagið inn, ið kom í november í fjør, og til lagið varð liðugt og givið út um hálvan desember í fjør. Góðir tónleikarar gjørdu sítt til, at hetta bar til.
Eitt sjónbandalag varð í skundi sett saman.
Nú er nýtt sjónbandalag gjørt til sangin, har børn í Vágs skúla síggjast syngja og hugna sær.
Lagið er tókt á youtube og sæst og hoyrist her:
Facebook viðmerkingar