Dánjal og Salmundur aftur til FC Suðuroy

FC Suðuroy brynjar seg kappingina í 1. deild komandi ár og hevur seinastu tíðina gjørt sáttmálar við fleiri leikarar.

Nú er eisini greitt, at FC Suðuroy fær styrk frá tveimum royndum leikarum, sum báðir hava havt sín fótbóltsuppvøkstur í FC Suðuroy.

Dánjal Godtfred og Salmundur Bech venda nú aftur til FC Suðuroy og hava báðir gjørt 2 ára sáttmála við barndómsfelagið.

Dánjal hevur í ár spælt við Betrideildarliðnum hjá EB/Streymi, meðan Salmundur hevur spælt við TB. Komandi ár verður heimavøllurin hjá teimum aftur á Eiðinum í Vági.

Facebook viðmerkingar