Jólahjálpin 2023

Eins og undanfarin ár – undan jólum- skipar Frelsunarherurin fyri “Jólahjálpini”. Í hesum sambandið hevur “Jólagrýtan” staðið – og stendur framhaldandi – frammi á Torginum í Vági og Bónus og FK á Tvøroyri.

Peningurin fer óskerdur til hjálpararbeiðið hjá Frelsunarherinum runt um í landinum og í Suðuroynni.

Tað sum er serligt hetta árið, er at vit hava samstarva við FK á Tvøroyri, sum hevur havt “Jólavognin” standandi í handli teirra.

Har hava viðskiftafólk havt møguleikan at lata “turrar vørur” í.

Sjálvboðin hava síðani tikið ímóti í Frelsunarherinum í Vági og pakka vøruna.
Sigast má at hettar hevur gingið yvir alla væntan og eri nú – umframt gávukortini – umleið 25 pakkar farnir út til familjur runt um á oynni.

Umframt “turru vøruna” frá Jólavogninum, hava privatfólk latið væl av frystivøru, sum er latin saman við pakkunum.

Eisini hava D.J Enni og Bærentsen á Tvøroyri, ávikavist latið gávur til børnini og gávukort.

Vit ynskja í hesum sambandið, at takka hjartaliga fyri alla hjálp ið er veitt í samband við “Jólahjálpina 2023”.
Við ynskjum um eini Gleðilig Jól og eitt av Harranum vælsigna nýggjár.

Jólagrýtan hjá Frelsunarherinum í Vági, stendur frammi, hesar dagar:

Týsdagin 19 des í FK á Tvøroyri
Tórsdagin 21 des í Bónus á Tvøroyri
Fríggjadagin 22 des. á Torginum í Vági

Flytast kann somuleiðis á konto okkara 9870-4953577 merk “jólagrýtan”
Takk fyri, at tú hjálpir okkum at hjálpa.

Facebook viðmerkingar