4,6 mió kr afturat í komandi fíggjarlóg til fyrieikingarnar at gera tunnil til Tjørnuvíkar.
Undir nevndarviðgerðini av fíggjarlógini fyri 2024 hevur meirilutin í fíggjarnevndini gjørt nakrar umraðfestingar í løgunum.
Meirilutin (samgomguumboðini) hevur fingið upplýst, at tunnilstoymið verður liðugt í Dali í næstum. Meirilutin metir tað vera sera umráðandi, at toymið og útgerðin framhaldandi verða gagnnýtt, og hevur tí sett 4,6mió. kr. av til arbeiðið at gera lendisarbeiði og aðrar fyrireikingar, so tunnilstoymið kann byrja at gera Tjørnuvíkartunnilin í 2024.
1 mió. kr. varð. sett av á fíggjarlógini fyri 2023 og ein í 2024. Men nú tann eina mió fyri 2024 økt við 4,6 mió kr.
Facebook viðmerkingar