Sudringar.fo: Sunnudagin var fyrsti dystur hjá Suðringum í nýggju U21 deildini. Dysturin endaði sum kunnugt við 5-0 sigri til okkara menn ímóti NSÍ.
Endamálið við nyggju U21 deildini er fyrst og fremst at varðveita áhugan hjá ungum leikarum at spæla fótbólt. -Tað er av stórun tydningi at hesir leikarar hava eitt felags lið at verða saman á, heldur enn at spæla í fleiri ymiskum deildum og ikki hava nakað felags lið, sigur Jón Pauli Olsen, venjari.
Liðið venur 2 ferðir um vikuna, umframt at nakrir av hesum leikarum eisini venja við 1 . deild.
Til dystin sunnudagin var liðið mannað við lokalum leikarum og harumframt vóru eisini 3 leikarar, sum ganga Ítróttarháskúlunam í Suðuroy, og ti hava valt at spæla við okkara U21 liðið.
Áhugin at spæla á U21 liðnum er so stórur, at okur saktans høvdu kunna mannað tvey U21 lið í dag, sigur venjarin Jón Pauli Olsen at enda.
Tilvildarlig mynd
Kelda: www.sudringar.fo
Facebook viðmerkingar