Nú vit nærkast ársskiftinum er Meinigheitshúsið í Vági karmur um jóla- og nýggjárshugna.
Tað er leygarkvøldið kl. 18 at Meinigheitshúsið bjóðar vælkomin til hugna, sang, prát, søgur, andakt og okkurt gott at eta, tá ið jóla- og nýggjárshugnin er á skránni.
Leygarkvøldið verður prát við Hendrik Old um ymiskt spennandi á lívsleið hansara og um jól og nýggjár í Vági. Lutaseðlasøla er eisini á skránni.
Øll eru hjartaliga vælkomin í Meinigheitshúsið leyarkvøldið 30. desembur kl. 18.00
Facebook viðmerkingar