RSP, sum er eitt av heitastu nøvnunum á føroyska tónleikapallinum, fer í ár á pall til nýggjársdansin í Vágs Høll.
Nýggjársnevndin leggur stóran dent á, at tað skal vera okkurt til øll og allar aldursbólkar til nýggjárshaldið í Vági. RSP er ein av best umtóktu tónleikabólkunum í landinum og eru vit fegin um, at tað bar til at fáa RSP at spæla til nýggjársdansin í Vági, har tað eisini fara fleiri aðrir bólkar á pall, verður sagt frá Nýggjársnevndini í Vági.
Facebook viðmerkingar