Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Rósu Heinesen í starvið sum rektari á Miðnámi í Suðuroy.
Rósa Heinesen er 35 ára gomul og útbúgvin innan altjóða viðurskifti, herundir altjóða politikk, løgfrøði, búskap og søgu, frá hægri lærustovnum í Eysturríki og Onglandi.
Hon hevur undirvíst á Heilsuskúlanum og Miðnámi í Suðuroy, og síðani 2021 hevur hon arbeitt í Granskingarráðnum, har hon millum annað hevur verið skrivari hjá Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan. Hon hevur royndir innan samskifti og samskipan, hagfrøði, menningararbeiði og sum týðari og rættlesari eins og at vera blaðkvinna á fakligum tíðarriti. Eisini hevur hon í nógv ár arbeitt sjálvboðið við børnum og ungum.
Rósa Heinesen býr á Tvøroyri saman við familju síni. Hon tekur við starvinum 1. februar 2024.
Facebook viðmerkingar