Sum vant verður nógv gjørt burturúr nýggjárshaldinum í Vági, sum hvør ár dregur til sín fólk úr øllum landinum og uttan úr Heimi. Og hóast veðrið ikki er av tí bests, so er skráin rúgvismikil.
Kl. 10-12 Nýggjársnevndin bjóðar til ókeypis almennan morgunmat í VB-húsinum.
Kl. 10 Kirkjurenning frá Vágs kirkju til Porkeris kirkju
kl. 13 Barnatiltak í VB-húsinum v/Bubu og Inga Poulsen og Danny. Dyrnar lata upp kl. 12.30.
Kl. 23.45 Faklagongan fer frá Vágs Skipasmiðju. Faklagongan hjá kvinnum byrjar við Meinigheitshúsið, tá faklagongan hjá monnum kemur vestueftir.
Kl. 0.00 Bál og stórt fýrverksshow á Tríkantinum og Sandinum. Sum vant verður sálmurin “Tíðin rennur sum streymur í á” sungin áðrenn faklarnir verða tveittir á bátin.
Eftir bálið er stórdansur á Eiðinum. Í Vágs Høll spæla Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen og Kim Hansen. Bólkurin RSP fer eisini á pall í Vágs Høll. Og í VB-húsinum spæla Section til dansin.
Facebook viðmerkingar