
Í fleiri ártíggju hevur tað verið siðvenja at brenna gamlar bátar á nýggjárinum í Vági. Báturin verður brendur á Tríkantinum, sum Nýggjársnevndin í Vági eigur.
Seinastu árini hevur báturin verið skrýddur til sína seinastu ferð. Og er tað Jakob Skaaning, sum hevur staðið fyri arbeiðinum.
Aftur í ár er báturin vakurt skrýddur og klárur til stóra nýggjárshaldið við faklagongu vestur gjøgnum býin, gjøgnum heiðursportur, kring Sandin og inn á Tríkantin, har ein seinasti sálmur verður sungin, áðrenn faklar verða tveittir a bátin og hann við stórum fýrverksshowi fer sína seinastu ferð, meðan eitt nýtt ár byrjar.
Jú, nýggjárshaldið í Vági er stórsligið og gjøgnumført og vakri báturin er ein týðandi partur av haldinum.
Í Vági vóna øll, eins og restin av landinum, at veðrið, hóast vána forsøgn, fer at verða tilvildar.
Facebook viðmerkingar