Tvøroyrar býráð samtykt byggiloyvið til protein & lýsuverksmiðju

Eitt ár eftir at P/F Varðin Pelagic hin 29. des. 2022 søkti Tvøroyrar kommunu um loyvið til at víðkað um teirra virksemið á Tvøroyri, við at byggja protein & lýsiverksmiðju á havnarlagnum eystan fyri verandi virkisbygning, hevur Tvøroyrar býráð í dag samtykt einmælt á almennum býráðsfundi, at geva byggiloyvið samb. umsókn frá P/F Varðin Pelagic.  

Byggiloyvið verður givið í trá við galdandi byggisamtykt fyri vinnu og havnarøki § 29: Øki D, har m.a er ásett at 4) Eingin partur av útveggi ella tekju má vera hægri enn 11,5 m, tó kunnu neyðugir tekniskir húsalutir vera hægri eftir nærri góðkenning býráðsins. Goymslubrunnar kunnu í mesta lagi vera 20 m høgir, og skorsteinar í mesta lagi vera 60 m høgir. Slík hægri bygging skal altíð sendast til almennar hoyringar. 

Byggiloyvið -ið er treyta av ávegis umhvørvisgóðkenning, sum VP arbeiðir við at fáa góðkenda av Umhvørvisstovuni- viðførir, at P/F Varðin Pelagic fær loyvið frá Tvøroyrar kommunu til at fylla út sjóøki eystan fyri verandi virkisbygningin, har byggjast skal nýggj protein & lýsuverksmiðja, orkuverk, goymslubygningur og kaikantur v.m. samsvarandi fyriliggjandi ætlanir hjá P/F Varðin Pelagic.

Facebook viðmerkingar