Í dag hevur TB gjørt 5-ára sáttmála við Gilla Sørensen. TB sigur á Facebook-vanganum, at talan er um ein søguligan 5-ára sáttmála við barndómsfelagið. Og at hetta er liður langtíðarætlanum fyri felagið.
Gilli hevur roynt tað mesta, ið roynast kann í fótbólti. Hann fór heilt ungur at leika við ungdómsliðnum hjá Aberdeen FC, hann hevur spælt í bestu deildunum í Føroyum, Danmark og Noregi, og hann hevur leikt ikki færri enn 66 landsdystir fyri føroyska landsliðið.
Facebook viðmerkingar