Farsóttarøkið á føroyskar hendur

Bjarni á Steig er stjóri í Fólkaheilsustýrinum

Fólkaheilsustýrið: Farsóttarøkið varð flutt á føroyskar hendur 1. jan. 2024, tá Fólkaheilsustýrið yvirtók umsitingina av farsóttarøkinum – sama dag sum stovnurin hátíðarhelt sín fyrsta føðingardag. Í hesum sambandi verður móttøka í hølunum hjá Heilsumálaráðnum á Eirargarði 2, mikudagin 3. januar kl. 14.00-16.00. 

Fólkaheilsustýrið er ein sjálvstøðugur stovnur undir Heilsumálaráðnum og fór formliga at virka 1. jan. 2023, tá virksemið hjá Fólkaheilsuráðnum, Ílegusavninum og lutvíst Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu varð savnað undir nýggja stýrinum. Uppgávurnar hjá Fólkaheilsustýrinum kunnu skiljast sundur í nøkur yvirskipað øki:

– Ráðgeving og upplýsing.

– Hagtøl og skráir

– Tilbúgving

Stigvíst verða fleiri nýggjar uppgávur lagdar til Fólkaheilsustýrið, og sum nevnt yvirtók stovnurin umsitingina av farsóttarøkinum frá landslæknaembætinum 1. jan. 2024.

Facebook viðmerkingar