Fólkatalið í Suðuroynni niðurum 4.600

Fólkatalið í Suðuroynni fór í desember 2023 niður um 4.600 fólk, tí fyrst í desember 2023 búðu tað 4.599 fólk í Suðuroynni. Talan er um minking á 50 fólk samanborið við fólkatalið í desember 2022.

Fólkatalið er minkað í øllum kommunum í Suðuroynni, undantikið í Hovs kommunu, har fólkatalið vaks við 2, og í Fámjins kommunu, har fólkatalið í desember 2023 var hitt sama sum í desember 2022.

Facebook viðmerkingar