1. deild menn: TB byrjar á heimavølli, FC Suðuroy á útivølli

Nú er greitt hvussu tey fyrstu umførini í 1. deild fótbólti hjá monnum í 2024 verða spæld. Og landskappingini hjá 1. deild monnum byrjar leygardagin 9. mars.

TB skal í 1. umfari spæla á heimavølli við Stórá, har Víkingur kemur á vitjan. FC Suðuroy byrjar hinvegin á útivølli ímóti B36 í Havn.

1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið verður 10. apríl.

Facebook viðmerkingar