Hetta vvikuskiftið er Susvim í Reykjavík til Reykjavík International Games, har fyrsti kappingardagurin var í gjár, fríggjadagin.
Hendan fyrsta dagin vann Jórun Winther tvey gull heiðursmerkið. Hon vann 50 m frí við tíðini 29,83 og 50m rygg við tíðini 35,27.
Tað gekk eisini væl hjá hinum svimjarunum hjá Susvim. Talita Johannessen svam seg til silvur heiðursmerki í 50 m bringu við tíðini 38,03. Har umframt svomu Alisa Vestergård í B-finalu í 50 m frí , Bjarta í Lágabø seg í A-finalu í 50 rygg við persónligum meti á 31,68 og B-finalu í 50 m firvald. Jón Hofgaard í A-finalu í 50 bringu.
Reykjavík International Games heldur áfram í dag.
Facebook viðmerkingar