Góð úrslit í Reykjavík leygarkvøldið

Aftur góð úrslit hjá SuSvim leygarkvøldið í Reykjavík.

Bjarta í Lágabø svam seg til bronsu í 100 m rygg við stórum persónligum meti á 1.07.67. Eisini svam Jón Hofgaard seg til bronsu í 100 m bringu við eisini stórum persónligum meti við 1.07.97. Eisini svumu Alisa Vestergård seg til stór persónligt met í 50 m frí við tíðini 27,62 og Jónathan Sørensen í 50 m rygg við tíðini 33,49.

Facebook viðmerkingar